4. Uppskot frá nevndini:

a. Nevndin skjýtur upp at avskriva gamla skuld. Nærri verður greitt frá málinum á fundinum.

b. Nevndin skjýtur upp at broyta § 6, stk. 2 í viðtøkunum soleiðis:

“Stk. 2. Nevndin kann uttan aðalfundarsamtykt koyra lim úr felagnum, um limagjaldseftirstøðan er 6 mánaðar limagjald ella meira. Ætlanin um at koyra limin úr felagnum skal fráboðast honum skrivliga í teldubrævi saman við einari uppgerð av limagjaldseftirstøðuni, og skal limurin tá hava 14 daga freist at gjalda eftirstøðuna. Um eftirstøðan ikki er goldin tá freistin er farin, verður skrivliga í teldubrævi boðað liminum frá, at hann er koyrdur úr felagnum." Nærri verður greitt frá málinum á fundinum.

5. Val av nevnd

Leivur Persson, Pól E. Egholm, Ása T. Djurhuus, Jóhan Pauli Helgason og Jógvan Svabo Samuelsen stilla upp aftur til nevndina. Anna Rein stillar ikki upp aftur. 

6. Val av grannskoðara

Nevndin skjýtur upp at afturvelja Niels Juel Arge til grannskoðara felagsins.

7. Ymiskt 

Einki mál er innkomið.

8. Kjak um virksemi og virkisøki hjá felagnum

 

Vinaliga,

Nevndin í BLF