Vælkomin til nýggju heimasíðuna hjá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Eftirsum gamla heimasíðan hjá felagnum var bygd á gamlar skipanir, ið ikki longur blíva dagførdar, var tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn heimasíðan fór í svart.

Nevndin valdi tískil at bíleggja eina nýggja heimasíðu. Samstundis bleiv eisini avgjørt at bíleggja ein nýggjan grafiskan samleika, við nýggjum búmerki.

Nýggja búmerkið hjá felagnum er greitt og stílrein, samstundis sum ongin ivi er um hvønn felagsskap talan er um.

Heimasíðan er gjørt til at rigga bæði til teldlar, fartelefonir og sjálvandi teldur. Dentur er lagdur á eina greiða heimasíðu, har brúkarin finnur neyðugar upplýsingar um virksemið hjá felagnum v.m.

Hvørki heimasíða ella búmerki eru framleidd av stórum lýsingarvirkjum, men av smáum veitarum og lesandi.

Nevndin vónar, at heimsíðan verður til gleði fyri limirnar, og at búmerkið gerst eitt savnandi eyðkenni fyri BLF.