Aðalfundurin hjá BLF verður fyri limum felagsins á Parnassinum í Hotel Hafnia fríggjadagin 17. apríl 2015, kl. 17:00.

Umframt vanligu skránna (sí niðanfyri), kemur Bárður Larsen, løgfrøðiligur ráðgevi á KSF og adjunkt í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, at hava eina framløgu fyri okkum við heitinum "Ein mús kann ikki hava beinagrindina á einum fíli."

Framløgan er m.a. um tað neyðuga í at laga stovnar til stødd á samfelag og ein kritikkur av føroysku tilgongdini at skipa stovnar eftir danskari fyrimynd uttan atlit til, at fyrimyndin er 115 ferðir so stór.

Harumframt fer nevndin at brúka aðalfundin sum høvi at seta hol á kjakið um sáttálasamráðingarnar, sum vera í heyst. Í hesum sambandi eru limir vælkomnir at bera fram hugsanir um, hvar tey halda at tørvur er á tillagingum í mun til galdandi sáttmála.

 

Eftir vanligu skránna bjóðar felagið ábit og okkurt gott at drekka

 

Skrá:

1) Framløga - Bárður Larsen

2) Val av fundarstjóra og fundarskrivara

3) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári

4) Góðkenning av roknskapi

5) Val av nevnd 

6) Val av grannskoðara

7) Ymiskt

8) Kjak um komandi sáttmálasamráðingar

 

Vinaliga

Nevndin í BLF