Ert tú alment settur BLFari, sum ikki er fyribils settur í minni enn 3 mánaðir og hevur eitt hálvt starv ella meiri, so fært tú eftirløn.

Eftirlønin er 15% av lønini.

Ert tú løntur eftir nýggja sáttmálanum, rindar arbeiðsgevarin alt gjaldið. Ert tú løntur eftir gamla sáttmálanum, rindar arbeiðsgevarin 10%, og tú rindar 5%.

Gjaldið verður rindað beinleiðis í eina felags eftirlønarskipan, sum verður umsitin av Føroya Lívstrygging.

Tú skalt sjálvur samanseta tína eftirlønartrygging eftir tínum tørvi. Alt eftir um tú ert einsamallur, giftur, hevur børn, hús, osfr. Hetta gerst tú við at venda tær til Føroya Lívstrygging, tel. 311 111.

Sum nú er, kann gjaldið einans flytast til Føroya Lívstrygging í eina kapitalpensjón. BLF er av teirri áskoðan, at tú sjálvur eigur at velja, hvar tín pensjón er, og hvussu hon skal vera. BLF hevur gongd í hesum máli við Fíggjarmálaráðið.

BLF arbeiðir við at samanseta áhugaverdan tryggingarpakka til privat settar limir.

LÍV:

Samlagstryggingaravtala við Føroya Lívstrygging (LÍV) - galdandi frá 1. januar 2016.

Eftirlønaravtala við Føroya Lívstrygging (LÍV) - galdandi frá 1. oktober 2015.

Eftirlønaravtala við Føroya Lívstrygging (LÍV) - gomul.

Betri Pensjón:

Pensjóns- og tryggingaravtalan við Betri Pensjón - galdandi frá 1. oktober 2016.

Pensjóns- og tryggingaravtalan við Betri Pensjón - samtykt á aðalfundi 16/4-2010, undirskrivað 29/4-2010.

Nordik Penjsón:

Pensjóns- og tryggingaravtala við Nordik Pensjón - galdandi frá 12.07.2016.