Sum liður í eini ætlan um at endurskoða og dagføra pensjóns- og tryggingaravtalur felagsins, hevur BLF í fyrstu syftu savna seg um dagføra tær avtalur felagið hevur við tryggingarfelagið LÍV.

Eftir at hava verið í eini samráðingartilgongd við LÍV, gjørdu vit í BLF í fyrstu syftu av at dagføra pensjónsavtaluna. Í september varð nýggj pensjónsavtala millum BLF og LÍV undirskrivað og kom nýggja avtalan í gildi fyri allar limir frá og við 1. oktober 2015.

Nýggja pensjónsavtalan við LÍV er at finna undir "Eftirløn og tryggingar".