Í aðalfundarinnkallingini boðaði Jóhan Pauli Helgason frá, at hann ynskti ikki at halda áfram sum formaður, men bert sum vanligur nevndarlimur. BLF takkar Jóhan Pauli Helgason fyri tað megnar arbeiði hann hevur útint sum formaður, og fegnast um, at hann vildi halda áfram sum vanligur nevndarlimur.

Nýggja nevndin hevur tí skipað seg soleiðis:

Jógvan Svabo Samuelsen, formaður - cand.jur., LL.M.
Jóannes N. Dalsgaard, næstformaður og skrivari - cand.scient.pol.
Flóvin Eidesgaard, kassameistari - cand.scient.oecon. 
Halla Djurhuus, nevndarlimur - cand.jur., advokatútbúgving
Leivur Persson, nevndarlimur - cand.jur.
Jóhan Pauli Helgason, nevndarlimur - cand.scient.pol.