Viðtøkur fyri Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya

 

Navn og endamál felagsins

§ 1. Navn felagsins er Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2.  Endamál felagsins er:

  • At arbeiða fyri, at limir felagsins kunnu fáa og varðveita størv,
  • at tryggja limanna ávirkan á síni lønar-, eftirlønar-, setanar- og arbeiðstreytir og onnur fíggjarlig og sosial viðurskifti,
  • at styrkja samanhaldið millum limir felagsins,
  • at taka sær av áhugamálum limanna á teim fíggjarligu, sosialu og arbeiðsligu økjunum,
  • at arbeiða fyri, at limirnir varðveita og útbyggja útbúgving sína,
  • at tingast um lønar-, eftirlønar-, setanar- og onnur fíggjarlig viðurskifti hjá limum felagsins, og
  • at samstarva við onnur feløg um mál av felags áhuga.

 

Limaskapur

§ 3. Limaskap fáa fólk, sum hava akademiskt bachelorprógv, kandidatsprógv, licentiatsprógv, Ph.d ella doktaraheiti, sum í minsta lagi telur 180 ECTS-stig, tó í minsta lagi 120 ECTS-stig fyri tey, ið hava HD 2. part, og sum í høvuðsheitum arbeiða á samfelagsvísindaligum grundarlagi. Aðalfundurin tekur avgerð um broytingar í upptøkugrundarlagnum innan fyri karmarnar um endamál felagsins, smbr. § 2.

Stk. 2. Nevndin kann veita fólki limaskap, sum hava akademiskt prógv annað enn tað, nevnt í stk. 1, tá ið teirra støða við atliti at arbeiðsinnhaldi og starvssetanartreytum geva grundir til tess.

Stk. 3. Nevndin kann bert nokta limi upptøku, um so er, at 2/3 av nevndini atkvøða ímóti upptøku av viðkomandi umsøkjara.

Stk. 4. Limaumsøkjari hevur rætt til at fáa noktandi svar um upptøku lagt fyri aðalfund til endaliga støðutakan.

Stk. 5. Limaskapur fæst við persónligari innliman. Persónur er at rokna sum limur í felagnum frá tí degi, felagið hevur móttikið útfylt innlimingarskjal ella frá tí degi, persónurin hevur goldið limagjald fyrstu ferð, í mun til hvør dagur kemur fyrst.

Stk. 6. Stuðul til limir í málum um lønar- og starvsetanarviðurskifti kann ikki verða veittur fyrr enn eftir limaskap í 6 mánaðir og tá bara í málum, sum hava tikið seg upp eftir innlimanina[jd5] . Stuðul verður ikki veittur limi, sum ikki hevur goldið limagjald, sum fallið er til gjaldingar. Heldur nevndin, at serligar umstøður hava gjørt seg galdandi, kann undantak verða gjørt frá hesum.

§ 4. Limagjald felagsins verður ásett av aðalfundinum at galda frá komandi roknskaparársbyrjan. Um ikki aðalfundurin hevur havt limagjald á skrá, er limagjaldið fyri komandi roknskaparár hitt sama sum árið fyri.

§ 5. Heiðurslimir í felagnum kunnu bert verða tilnevndir av aðalfundinum eftir uppskoti frá nevndini. Heiðurslimir gjalda ikki limagjald til felagið.

§ 6. Um so er, at ein limur hevur brotið viðtøkur felagsins ella á illoyalan hátt hevur virkað ímóti stevnu felagsins, skal nevndin taka upp spurningin, hvørt orsøk er at koyra limin úr felagnum. Nevndin biður limin um eitt skrivligt ummæli í málinum, og heldur nevndin tá, at orsøk er til at koyra limin úr, verður hetta lagt fyri aðalfund, sum so tekur støðu til, um limurin skal koyrast úr felagnum av einum av teimum nevndu orsøkunum.

Stk. 2. Nevndin kann uttan aðalfundarsamtykt koyra lim úr felagnum, um limagjaldseftirstøðan er 6 mánaðar limagjald ella meira. Ætlanin um at koyra limin úr felagnum skal fráboðast honum skrivliga saman við einari uppgerð av limagjaldseftirstøðuni, og skal limurin hava 14 daga freist at geva skrivligt ummæli í málinum. Um viðmerkingarnar frá liminum ikki geva nevndini orsøk til at broyta støðu, verður skrivliga boðað liminum frá, at hann er koyrdur úr felagnum.

Stk. 3. Limur, sum hevur limað seg úr felagnum, ella limur, sum er koyrdur úr felagnum, kann ikki gerast limur aftur, fyrr enn hann hevur goldið ta eftirstøðu hann hevði, tá hann varð útlimaður.

 

Nevndin 

§ 7. Felagið er undir leiðslu av eini nevnd við 3-7 limum, sum verða valdir av nýggjum á hvørjum aðalfundi. Samstundis kunnu verða valdir upp til 3 varalimir. Nevndarlimir kunnu afturveljast.

Stk. 2. Nevndin skipar seg á fyrsta fundi eftir aðalfundin og velur við atkvøðugreiðslu millum nevndarlimirnar ein formann, ein skrivara, sum samstundis er næstformaður, og ein kassameistara.

Stk. 3. Nevndin ásetir sjálv arbeiðsskipan sína. Nevndarfundur verður hildin, tá ið formaðurin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið tveir nevndarlimir krevja tað. Í fundarinnkallingini skal dagsskrá fráboðast.

Stk. 4. Nevndin er bert viðtøkufør, tá ið helmingurin av limunum, íroknað formannin ella næstformannin, eru møttir á fundi. Nevndin tekur avgerð við vanligum meiriluta. Um so er, at atkvøðurnar standa á  jøvnum, hevur formaðurin, ella virkandi formaðurin, avgerandi atkvøðuna.

 

Sáttmálasamráðingar

§ 8. Áðrenn nevndin tekur upp sáttmálasamráðingar við landsstýrið ella annan arbeiðsgevara um setanar- og lønarviðurskifti limanna skal samráðingaruppleggið leggjast fyri viðkomandi limir á einum limafundi til støðutakan. 

Stk. 2. Aðalfundarreglur felagsins verða nýttar samsvarandi í hesum førum

§ 9. Nevndin hevur heimild at undirskriva samráðingarúrslit, sum ikki er avgerandi øðrvísi enn tað á limafundi samtykta samráðingaruppleggið.

 

Roknskapur og grannskoðan

§ 10. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Roknskaparárið, ið byrjaði 1. september 2001 verður longt til 31. des. 2002.

Stk. 2. Roknskapurin verður settur upp sbr. reglunum í løgtingslógini um bókhaldsskyldu og tilhoyrandi kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap. Nevndin hevur heimild at seta løntan uttanfelagslim at taka sær av roknskaparhaldi felagsins.

Stk. 3. Árligi roknskapurin verður grannskoðaður av einum grannskoðara, sum skal lúka treytirnar fyri at gerast skrásettur grannskoðari, og sum ikki nýtist at vera limur í felagnum. Grannskoðarin verður tilnevndur á ársaðalfundinem.

Stk. 4. Til brúks fyri grannskoðanina kann grannskoðarin krevja nevndina eftir øllum neyðugum upplýsingum og skjølum. Grannskoðanin skal vera endað, og viðmerkingar grannskoðarans til roknskapin skulu vera latnar nevndarformanninum í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.

§ 11. Felagið hevur verkfallsgrunn, sum er ogn felagsins. Neyvari reglur um grunnin verða at áseta við aðalfundarsamtykt.

 

Aðalfundur

§ 12. Ársaðalfundurin verður hildin í apríl.

Stk. 2. Eykaaðalfundur verður fráboðaður, tá ið nevndin heldur, at tað er neyðugt, og skal vera fráboðaður, tá ið minst 10 limir, samstundis sum teir vísa á dagsskrá, skrivliga krevja tað. Í seinasta føri skal eykaaðalfundur verða hildin ein mánað eftir, at nevndin fekk áheitanina um eykaaðalfund.

§ 13. Tað áliggur nevndini at kalla til aðalfundar og eykaaðalfundar. Nevndin hevur skyldu til at seta uppskot frá limum á skrá.

Stk. 2. Nevndin boðar til fundar skrivliga í teldubrævi ella brævi til hvønn einstakan lim við 8 daga freist.

Stk. 3. Ársaðalfundurin hevur, umframt mál, nevndin setur á skrá, hesa dagsskrá:

1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári

3) Góðkenning av roknskapi

4) Val av nevnd 

5) Val av grannskoðara

6) Ymiskt.

Stk. 4. Í aðalfundarinnkallingini skal vera boðað frá, hvørt nevndarlimir taka við afturvali, og hvørjar nývaldar nevndarlimir, nevndin mælir til. Aðrir nevndarlimir í uppskoti skulu á fundinum boða frá, hvørt teir taka við vali.

§ 14. Á aðalfundinum hevur hvør møttur limur eina atkvøðu. Ikki ber til at atkvøða við fulltrú. Skrivlig atkvøðugreiðsla skal verða, um bert ein av teimum møttu á fundinum krevur tað. 

Stk. 2. Atkvøðugreiðsla á aðalfundinum fer fram við vanligari atkvøðugreiðslu og er uppskot samtykt, eru fleiri atkvøður fyri enn ímóti uppskotinum.

Stk. 3. Ikki ber til at taka støðu til mál á aðafundi, um ikki uppskot um hetta stendur á dagsskrá til fundin. Tó ber til at taka støðu til broytingaruppskot til uppskot á dagsskránni.

§ 15. Aðalfundurin er í øllum viðurskiftum felagsins hægsti myndugleiki innan teir karmar, sum viðtøkur felagsins áseta.

 

Viðtøkubroytingar

§ 16. Viðtøkubroytingar kunnu gerast við vanligum meiriluta á aðalfundi.

§ 17. Felagið kann verða tikið av við vanligari aðal- ella eykaaðalfundarsamtykt, sum skal staðfestast av eykaaðalfundarsamtykt við vanligum meiriluta á eykaaðalfundi, sum verður hildin í seinasta lagi 30 dagar eftir fyrru samtyktina.

Stk. 2. Felagið velur ein likvidator at gera upp ogn og skuld felagsins, sum verður løgd fyri eykaaðalfund. Nettoogn felagsins verður tá latin til endamál sum eykaaðalfundurin ásetur.

 

Hvør, ið bindur felagið og heftingarviðurskifti

§ 18. Felagið verður bundið við undirskrift formansins saman við einum nevndarlimi ella við 3 nevndarlimum í felag.

Stk. 2. Felagið heftir bert við egnum ognum sínum fyri skyldum felagsins. Felagsins limir hefta ikki persónliga fyri skuld felagsins.

 

Gildiskomureglur

§ 19. Viðtøkurnar fáa gildi beinanvegin, tær eru samtykt av aðalfundinum. 

Stk. 2. Samstundis fara úr gildi viðtøkur fyri Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya frá 13. november 1984, sum seinast broyttar 29. september 1998.

 

_______

Soleiðis samtyktar á eykaaðalfundi 25. november 1998.

Broyting í § 13, stk. 2, samtykt á aðalfundi 29. oktober 1999.

Broytingar í § 10, stk. 1, § 12, stk. 1, og § 13, stk. 4, 2. pkt. samtyktar á eykaaðalfundi 6. september 2002.

Broyting í § 3, stk. 4, og í § 6 samtykt á aðalfundi 30. apríl 2004.

Nýggj § 3 samtykt á aðalfundi 7. apríl 2006.

Endurskoðaðar viðtøkur samtyktar á aðalfundi 16. apríl 2010.

Broyting í § 6, stk. 2, 1. pkt. samtykt á aðalfundi 11. apríl 2014. (12 mánaðar broytt til: "6 mánaðar")