Í aðalfundarinnkallingini boðaðu Jógvan Svabo Samuelsen, formaður og Leivur Persson, nevndarlimur og fyrrverandi formaður frá, at teir ikki ynsktu at taka við afturvali. BLF takkar teimum báðum fyri tað megnar arbeiði, teir hava útint fyri felagið.

Á fyrsta nevndarfundinum hjá nývaldu nevndini, sum var 26. apríl, skipaði nevndin seg av nýggjum og sær nevndarsamansetingin nú soleiðis út:

Elisabeth F. Rasmussen, forkvinna - cand.jur.
Halla Djurhuus, næstforkvinna og skrivari - cand.jur.
Flóvin Eidesgaard, kassameistari - cand.scient.oecon.
Katrin Thorsvig Hansen, nevndarlimur - cand.jur.
Bára Akselsdóttir Haraldsen, nevndarlimur - cand.scient.adm.