Í sambandi við sítt virksemi viðger BLF persónupplýsingar, undir hesum trúnaðarupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar.
Um limir í felagnum viðgerð BLF samskiftisupplýsingar og kontoupplýsingar. At vera limur í einum fakfelag er at meta sum ein viðkvom persónupplýsing, sum hevur við sær, at BLF sum útgangsstøði viðgerð viðkvæmar persónupplýsingar um limir.
Í sambandi við mál viðgerð BLF eina røð av persónupplýsingum um limir. Talan kann verða um persónligar upplýsingar, sum eru at meta sum trúnaðarupplýsingar ella viðkvæmar persónupplýsingar um heilt privat viðurskifti.
BLF viðgerð persónupplýsingar í journalskipan. Viðkvæmar persónupplýsingar skulu verjast serliga væl, og BLF hevur mannagongdir, sum skulu forða fyri, at persónupplýsingar hjá limum koma óviðkomandi í hendi.
BLF viðgerð flestu persónupplýsingar grundað á samtykki. Í mun til limagjald og o.a. er talan um viðgerð, sum krevst fyri at halda avtalu og í ávísum føri at sanna rættarkrav.
Limir hava rætt til at kunna seg um, hvørjar persónupplýsingar BLF viðgerð um teir, og limir hava í flestu førum eisini rætt til at fáa sínar persónupplýsingar heilt ella lutvíst strikaðar.
Limir kunnu altíð venda sær til BLF, forfólkið í BLF ella limir í nevndini í BLF um viðgerð av persónupplýsingum í BLF.