Álitisfólk
Tá ið tað á einum stovni ella eini deild starvast í minsta lagi trý starvsfólk, sum eru sett sambært BLF-sáttmálanum ella AKF-sáttmálanum, hava hesi rætt at velja sær eitt álitisfólk og eitt varaálitisfólk, sum eru limir í ávikavist BLF ella AKF. Valið av álitisfólki og varaálitisfólki hevur gildi, tá ið tað er góðkent av BLF. Álitisfólkið fráboðar síðani leiðsluni á avvarandi stovni.
Álitisfólk kann ikki verða uppsagt, uttan at uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Føroya Landsstýri og BLF.
Uppgávan sum álitisfólk er ólønt, tó verður uppsagnarfreistin hjá álitisfólkum longd við trimum mánaðum.
Heimildirnar hjá álitisfólkunum eru ásettar í:
1) Reglugerð fyri álitisfólk og
2) BLF-sáttmálanum, § 9, stk. 2, § 14, stk. 2, § 15, stk. 1, og § 29.
Sí harumframt:
Yvirlit yvir álitisfólk hjá BLF
- Almanna- og bústaðamálaráðið – Barbara Álvsdóttir Thomsen
- Almannaverkið – eingin í løtuni
- Arbeiðs- og brunaeftirlitið – Símun Hammer (BLF hevur álitisfólk saman við AKF)
- Fíggjarmálaráðið – eingin í løtuni
- Fróðskaparsetur Føroya – eingin í løtuni
- Føroya Kærustovnur – Finngerð Vang
- Gjaldstovan – Paula Neshamar Thomassen
- Hagstovan – Birita Poulina Mortansdóttir
- Heilsufrøðiliga Starvstovan – Bergljott Ø. Midjord
- Heilsu- og orkumálaráðið – Katrin Gaard (Birita Ludvíksdóttir, varaálitisfólk)
- Landsbankin – Kristoffur J. Hentze
- Landsgrannskoðanin – Bergitta Dalsgaard
- Landssjúkrahúsið – Fróði Reinert Petersen (Lucia Sirkovsky, varaálitisfólk)
- Landsverk – Ólavur Jóannesarson Hansen
- Løgmansskrivstovan – eingin í løtuni
- Løgmálaráðið – Gudrun Mortansdóttir Nolsøe
- Mentamálaráðið – Terji Beder
- Sjóvinnustýrið – Ása Trygvadóttir Djurhuus
- TAKS – Nicholas Nielsen
- Tórshavnar kommuna – Ólavur Ólavsson
- Umhvørvismálaráðið – Símun Jóannesarson Hansen
- Umhvørvisstovan – Rúna Hjelm (Birgit Johannesen, varaálitisfólk)
- Undirvísingarstýrið – Jórun Vágsheyg
- Uttanríkis- og fiskimálaráðið – Betzy Ludvig (Janet Skarðsá, varaálitisfólk) fyri BLF og Páll Nolsøe (Margretha Jacobsen, varaálitisfólk) fyri AKF
- Vinnumálaráðið – Ragnfríð Nord Anthoniussen (Jarmund Michelsen, varaálitisfólk)
- Vinnustovnurin – Sigurd Rasmussen (Esther Olsen, varaálitisfólk)
- VØRN – Jan Klein Olsen