Fyrisitingarráðstevna 20. oktober 2022

Hósdagin 20. oktober verður skipað fyri fyrisitingarráðstevnu, ið eftir ætlan verður eitt afturvendandi BLF-tiltak, sum hevur til endamáls at viðgera evni, ið hava áhuga og týdning fyri føroysku fyrisitingina.

Fyrsta tiltakið verður hildið tann 20. oktober 2022, kl. 08.30-13.00 í Norðurlandahúsinum, har evnið verður Samspælið millum embætisverkið og politisku skipanina.

Skrá:
08.15
Dyrnar lata upp
08.30 BLF bjóðar vælkomin
08.35 John Rajani, løgmansstjóri, setur ráðstevnuna
08.45 Jóanna Djurhuus, ráðgevi, ið hevur verið við til at framleiða bóklingin “Leiðreglur fyri embætisfólk í landsfyrisitingini”: Tað góða embætisfólkið
09.05 Bárður Larsen, adjunktur og útbúgvingarleiðari:
Sambandið millum (rættar)politikk og fakligheit í eini transformativari politiskari skipan
09.25 Bo Smith, fyrrv. aðalstjóri í donsku miðfyrisitingini og formaður í sonevnda Bo Smith-udvalget, ið útgav frágreiðingina “Embedsmanden i det moderne folkestyre”:
Hugleiðingar um avleiðingarnar fyri samspælið millum donsku fyrisitingina og politisku skipanina av ríkisrættarmálinum móti Inger Støjberg og niðurstøðunum hjá Minkkommissiónini

10.00 Kaffisteðgur

10.15 Annika Olsen, fyrrv. landsstýrisfólk og borgarstjóri :
Hvat væntar politiska skipanina av embætisverkinum
10.35 Marjun Hanusardóttir, fyrrv. løgmansstjóri :
At tryggja haldgott grundarlag og gera hugskot til veruleika

10.55 Pallborðskjak

12.00 Tiltakið endar

Seinasta freist at tekna seg til tiltakið er mánadagin 17. oktober 2022.
Tilmelding fer fram á síðuni her. 

Hugskotið til tiltakið er sprottið úr samstarvi millum Búskapar-og Løgfrøðingafelag Føroya, Fróðskaparsetrið, Lógartænastuna á Løgmansskrivstovuni, Føroya Kærustovn, Felagið Lóg og Løgtingsins Umboðsmann og við íblástri frá Djøfs Forvaltningskonference.

Innbjóðing til tiltakið er eisini send stjórnarráðum, stovnum og kommunum.