Elisabeth F. Rasmussen, sum hevur verið forkvinna í BLF síðani mai 2019, ynskti at leggja frá sær, og á nevndarfundi 3. januar 2023 valdi nevndin Unn Krákustein til nýggja forkvinnu. Nevndin er nú skipað soleiðis:
Unn Krákustein, forkvinna - cand.jur.
Ragnfríð Nord Antoniussen, næstforkvinna og skrivari - cand.merc.jur.
Hans Kári Vang, kassameistari - cand.polit.
Flóvin Eidesgaard, nevndarlimur - cand.scient.oecon.
Elisabeth F. Rasmussen, nevndarlimur - cand.jur.
Bára Akselsdóttir Haraldsen, nevndarlimur - cand.scient.adm.
Anna Sofía Lava, nevndarlimur - cand.scient.adm.
Nevndin takkar Elisabeth fyri stórt og dygdargott arbeiði fyri felagið sum forkvinna, og fegnast um at Elisabeth heldur fram sum nevndarlimur til komandi aðalfund.
BLF hevur 1. november 2022 sent soljóðandi fundarinnkalling til limirnar við teldubrævi:
Góðu limir
Verandi sáttmáli varð sagdur upp til 1. oktober 2022, og hevur BLF nú fingið innkalling til samráðingar um nýggjan sáttmála.
Áðrenn nevndin tekur upp sáttmálasamráðingar skal samráðingaruppleggið sambært § 8 í viðtøkunum hjá BLF leggjast fyri á limafundi til støðutakan.
Tí verður kallað inn til limafund hósdagin 10. november, kl. 16 í Kaffihúsinum.
Tá limir hava tikið støðu til samráðingaruppleggið, hevur nevndin sambært § 9 í viðtøkunum heimild at undirskriva samráðingarúrslit, sum ikki er avgerandi øðrvísi enn tað, sum varð samtykt á limafundi. Viðtøkurnar síggjast her.
Samráðingaruppleggið verður sent tykkum sum limabræv í hesum telduposti.
Vinaliga,
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Upplegg til limafundin var viðheft teldubrævið.