BLF veitir limum hesar tænastur:

Uppsagnir

BLF-nevndin veitir limum, sum biðja um tað, ráð og vegleiðing, um tey verða søgd úr starvi.

Um limir biðja BLF um at taka mál upp, tekur BLF málið upp, um  nevndin metir, at alt ikki er farið rætt fram. Tá kannar BLF málið, samráðist við arbeiðsgevaran og um neyðugt letur málið til sakførara at avgreiða.Tá ið mál hava verið latin sakførara at viðgera, rindar limur 1/3 av sakførararokningini, meðan BLF rindar 2/3 av rokningini.

BLF-nevndin metir í einstøku førunum um, hvussu langt BLF skal fara í einhvørjum máli. Um nevndin heldur, at lítil møguleiki er fyri at vinna málið, verður tað ikki koyrt allan vegin.

Um limur verður uppsagdur, og BLF-nevndin metir, at alt ikki er farið rætt fram, men limurin ikki vil at BLF skal taka málið upp, verður málið ikki koyrt víðari. BLF-nevndin hevur tó skyldu at tryggja øllum limum felagsins trygg viðurskifti, og kann tí taka stig til at taka málið upp á ein hátt, sum so vítt gjørligt tekur fyrilit fyri tann uppsagda limin.

Sáttmálaviðurskifti

BLF-nevndin veitir ráð og vegleiðing um øll sáttmálaviðurskifti, sum limir biðja um.

Um limir biðja BLF um at taka mál upp, tekur BLF málið upp, um  nevndin metir, at eitthvørt viðvíkjandi sáttmálaviðurskiftinum ikki er fari rætt fram á einum. Tá kannar BLF málið, tekur málið upp við arbeiðsgevaran/Lønardeildina og um neyðugt verður málið latið sakførara at avgreiða.

BLF-nevndin metir í einstøku førunum um, hvussu langt BLF skal fara í einhvørjum máli. Um nevndin heldur, at lítil møguleiki er fyri at vinna málið, verður tað ikki koyrt allan vegin.

Um sáttmálaviðurskiftini á ein arbeiðsplássi ikki er í lagi, men limir ikki vilja hava at BLF tekur málið upp, koyrir BLF-nevndin ikki málið víðari. Hinvegin hevur BLF-nevndin skyldu at tryggja øllum limum felagsins, at sáttmálin verður hildin og tí kann nevndin taka málið upp, um mett verður, at viðurskiftini tala fyri tí.

Samráðingar um sáttmálaviðurskifti

BLF-nevndin ella ein samráðingarnevnd samráðist við Lønardeildina um sáttmálar og sáttmálaviðurskifti fyri tey alment settu.

BLF-nevndin kann ikki fara í samráðingar fyri einstakar limir, men veitir ráð og vegleiðing í tann mun, limurin biður um tað.

BLF-nevndin samráðist ikki við privatar ella kommunalar arbeiðsgevarar. BLF-nevndin er tó til reiðar at veita ráð og vegleiðing til limir, sum er privat ella kommunalt settir.

Skeið

BLF-nevndin arbeiðir saman við øðrum (t.d. Løgmannsskrivstovuni) at bjóða limunum viðkomandi skeið.

Netverk

BLF-nevndin skipar ikki fyri, at netverk verða skapað millum limirnar, men heldur at tað er positivt um limirnir taka stig til hetta. Møguleiki er hjá netverkum at leggja tilfar, sum er viðkomandi fyri limir felagsins, út á heimasíðuna.

Samstarv við onnur fakfeløg

BLF samstarvar við onnur fakfeløg. BLF-nevndin metir um, hvørji fakfeløg samstarvað verður við, hvussu samstarvið skal verða og um hvørji tiltøk, BLF luttekur í o.a.