BLF hevur 1. november 2022 sent soljóðandi fundarinnkalling til limirnar við teldubrævi:

Góðu limir

Verandi sáttmáli varð sagdur upp til 1. oktober 2022, og hevur BLF nú fingið innkalling til samráðingar um nýggjan sáttmála.

Áðrenn nevndin tekur upp sáttmálasamráðingar skal samráðingaruppleggið sambært § 8 í viðtøkunum hjá BLF leggjast fyri á limafundi til støðutakan.

Tí verður kallað inn til limafund hósdagin 10. november, kl. 16 í Kaffihúsinum.

Tá limir hava tikið støðu til samráðingaruppleggið, hevur nevndin sambært § 9 í viðtøkunum heimild at undirskriva samráðingarúrslit, sum ikki er avgerandi øðrvísi enn tað, sum varð samtykt á limafundi. Viðtøkurnar síggjast her.

Samráðingaruppleggið verður sent tykkum sum limabræv í hesum telduposti.

Vinaliga,
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Upplegg til limafundin var viðheft teldubrævið.