Gakk heim, fundur

BLF skipar fyri "Gakk heim, fundi" fríggjadagin 17. mars 2017. 

Tiltakið verður í Smæruni í hølunum hjá Starvsmannafelagnum.

Skrá:
Kl. 15:15-15:30 - Vælkomin
Kl. 15:30-16:15 - Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðingur: Valstríð hjá valevnunum – kunnu tey gera ein mun?
Kl. 16:15-16:30 - Stuttur steðgur
Kl. 16:30-17:15 - Suni Poulsen, sálarfrøðingur: Tað almenna í leiðslu-kreppu; Hvussu fyribyrgja vit útbreiðsluni av strongd?
Kl. 17:15-17:30 - Stuttur steðgur
Kl. 17:30-18:15 - Áki Johansen, Sendimaður Føroya í London: Føroyar, Bretland, Brexit og ES.
Kl. 18:15-19:00 - Ábit og hugni

Sí eisini viðfesta fíl fyri nærri kunning um fundin.

Møtið fjølment!

Pensjóns- og tryggingaravtalur dagførdar

BLF hevur seinastu tíðini arbeitt við, at dagføra tær ymsu pensjóns- og tryggingaravtalurnar, sum limir felagsins hava møguleika at velja í. BLF hevur valt ikki at hava eksklusiv-avtalu við nakað einstakt pensjóns- og tryggingarfelag, men hevur í staðin gjørt avtalu við tey 3 pensjóns- og trygginarfeløgini, sum eru á marknaðinum í Føroyum.

BLF hevur avtalu við:

LÍV - dagførd 1. januar 2016

NordikPensjón - nýggj - kom í gildi 12. juli 2016

Betri Pensjón - dagførd 1. oktober 2016.

Sí avtalurnar her.