Hin 13. november 2014 vóru 30 ár liðin síðani embætisfólk í Føroyum tóku seg saman og settur á stovn Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Samstundis helt danska DJØF uppat at virka í Føroyum. Síðan hetta hevur BLF umboða eina vaksandi skara av limum í almenna og privata geiranum.

Virðini hjá felagnum eru tey somu í dag, sum fyri 30 árum síðani, at tryggja at limirnir kunnu fáa og varðveita størv, umframt at hesi arbeiða undir bestu lønarkarmum møguligt.

Hóast onnur feløg hava kasta saman hesi 30 árini, er BLF varðveitt sum eitt sjálvstøðugt felag.

BLF skal nýta hetta høvi til at takka øllum teimum, sum hava virka í og fyri felagið hesi árini. Limaskarin ger, at felagið stendur sera sterkt í flest øllum viðurskiftum. Í fakfelagshøpi er BLF ikki størst, men megnar hóast hetta at ganga fremst.

BLF heldur dagin við einari veitslu á Hotell Føroyum 14. november.