Góði BLF-limur.
 
Verandi sáttmáli við Fíggjarmálaráðið er galdandi fram til 1. oktober 2015. Tískil verður kallað inn til limafund mikudagin 30. september 2015, kl. 16:00, á Parnassinum í Hotel Hafnia.
 
Sambært viðtøkunum hjá BLF er hetta galdandi viðvíkjandi sáttmálasamráðingum:
 
Sáttmálasamráðingar
 
§ 8. Áðrenn nevndin tekur upp sáttmálasamráðingar við landsstýrið ella annan arbeiðsgevara um setanar- og lønarviðurskifti limanna skal samráðingaruppleggið leggjast fyri viðkomandi limir á einum limafundi til støðutakan.
Stk. 2. Aðalfundarreglur felagsins verða nýttar samsvarandi í hesum førum
 
§ 9. Nevndin hevur heimild at undirskriva samráðingarúrslit, sum ikki er avgerandi øðrvísi enn tað á limafundi samtykta samráðingaruppleggið.
 
Samráðingaruppleggið verður sent limunum áðrenn limafundin, men setið longu nú kross í kalendaran tann 30. september 2015.
 
GG: Hesi boð eru send við meyl til allar limir felagsins. Hevur tú ikki fingið henda meyl, so set teg í samband við BLF - Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den..