Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hevur fylgt kjakinum seinastu tíðina í samband við ætlaðu útbyggingarnar av føroyska samferðslukervinum.

Hóast Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, sum fakfelag, ikki hevur eina yvirskipaða meining um leistin fyri hesar útbyggingar, so skal felagið hervið harðliga átala at faklig tilmæli og metingar frá almennu fyrisitingini áhaldandi verða sett til viks og undirmett. Hetta máar støði undan virðingini fyri bæði fakliga førleikanum hjá limum felagsins og harvið eisini skipanini sum heild.

Dømi um hetta er, tá  løgmaður alment í Degi og Viku 20. august 2013 vísti stórt misálit á  førleikan hjá starvsfólkunum á Fígging Landsins, til at meta um fíggjarligu avleiðingunum av fyriliggjandi ætlanunum, og tá landsstýrismaðurin í innlendismálum alment  førir fram, at serfrøðin hjá Landsverk ikki hevur neyðugu førleikarnar til at meta um almennar samferðsluútbyggingar, og at løgmaður tekur undir við hesum úttalilsum.

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya skal við hesum staðiliga heita á politisku leiðsluna í landinum um at nýta og virða  servitanina hjá almennu fakfólkunum, eins og hesi virða fólkaræðisliga mandátið hjá politisku leiðsluni.

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

(Lagt út 23. august 2013)