BLF hevur kallað inn til aðalfund hósdagin 23. apríl 2020.

Tíð: Dyrnar lata upp kl. 15:30 og aðalfundurin byrjar kl. 16:00.

Stað: Hotel Hafnia, Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkunum:

1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári

3) Góðkenning av roknskapi

4) Val av nevnd

5) Val av grannskoðara

6) Ymiskt

Aðalfundurin verður møguliga útsettur orsakað av støðuni við coronasmittuni/covid-19.

Sí annars teldupost, sum felagið hevur sent øllum limum um aðalfundin.