Við hesum fer Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya (BLF) eisini at átala handfaringina hjá Landsverki í sambandi við, at leiðslan fyri summarfrítíðina valdi at skera stóran part av vitanarstørvunum á stovninum burtur.Við hesum fer Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya (BLF) eisini at átala handfaringina hjá Landsverki í sambandi við, at leiðslan fyri summarfrítíðina valdi at skera stóran part av vitanarstørvunum á stovninum burtur.

BLF hevur gjørt leiðsluna á Landsverki varuga við, at uppsagnirnar ikki eru handfarnar á nøktandi hátt, og í skrivi til miðlarnar í dag greiðir Akademikarafelag Føroya (AKF) gjølla frá tilgongdini.

Leggjast skal aftrat at tað er ørkymlandi, at leiðslan á Landsverki ikki tykist at hava eina greiða ætlan fyri, hvussu stovnurin frameftir skal røkja sínar uppgávur sum landsins byggimyndugleiki, nú stórur partur av akademisku arbeiðsplássunum hvørva. Ein so týðandi niðurlaging av akademisku førleikunum á einum almennum stovni krevur sannførandi grundgevingar, sum vit ikki meta vera til staðar.

Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya