Eftir at Halla Djurhuus 1. januar 2021 er farin úr nevndini í BLF, hevur eftirverandi nevndin á fundi 4. januar valt Katrin Thorsvig Hansen til næstforkvinnu og skrivara. Aðrar broytingar eru ikki, og nevndin er nú skipað soleiðis:

Elisabeth F. Rasmussen, forkvinna - cand.jur.
Katrin Thorsvig Hansen, næstforkvinna og skrivari - cand.jur.
Flóvin Eidesgaard, kassameistari - cand.scient.oecon.
Bára Akselsdóttir Haraldsen, nevndarlimur - cand.scient.adm.

Nevndin takkar Hallu fyri gott samstarv og dygdargott arbeiði fyri felagið.