Fríggjadagin 26. februar skipar BLF aftur fyri Gakk heim tiltaki, sum verður hildið á Hotel Hafnia. Dyrnar lata upp kl. 15.30.

Á fundinum vera framløgur, ábit og hugni. Tiltakið er ókeypis fyri limir felagsins.

Orsakað av koronutilmælunum er ynskiligt, at limir boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 24. februar kl. 12, hetta fyri at Hotel Hafnia kann leggja tiltakið til rættis, soleiðis at tað ber til at halda tilmælini.