Innkalling til aðalfund er send øllum limum við telduposti 10. apríl 2021. Aðaðalfundurin verður fríggjadagin 23. apríl 2021, kl. 16.00á Hotel Hafnia í Havn.

 

Felagið bjóðar ábit og okkurt at drekka.

Gestaframløga: Á aðalfundinum fer Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, at hava framløgu um bústaðarmarknaðin og bústaðarpolitikk.

 

Skrá sambært viðtøkunum:

1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári

3) Góðkenning av roknskapi

4) Val av nevnd (sí innkalling)

5) Val av grannskoðara

6) Ymiskt

a. Broyting í viðtøkunum fyri verkfallsgrunnin (sí innkalling).

b. Gestaframløga: Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevur framløgu um bústaðarmarknaðin og bústaðarpolitikk.

GG: Teir limir, sum hvørki búgva ella arbeiða í Tórshavnar kommunu, kunnu fáa ferðaútreiðslurnar endurrindaðar til aðalfundin. Limir, sum ynskja hetta, kunnu boða nevndini frá á aðalfundinum.

 

Vinarliga, vegna BLF,
Elisabeth F. Rasmussen, formaður
Katrin Thorsvig Hansen, næstformaður og skrivari
Flóvin Eidesgaard, kassameistari
Bára Akselsdóttir Haraldsen, nevndarlimur