Eitt væl skipað rættarsamfelag er treytað av sterkum stovnum og virknum almennum kjaki. BLF hevur undrast á, at politiska skipanin og almenningurin ikki í størri mun hava gjørt vart við vantandi parlamentarisku luttøkuna í sambandi við tey inntriv, sum landsstýrið hevur fráboðað fyri at basa koronusmittuni. Tí hvønn týdning hevur tað fyri rættarsamfelagið, at landsstýrið velur at handfara kreppuna við tilmælum?

BLF hevur sent skriv til miðlarnir um handfaringina av korona. Skrivað hava Katrin Thorsvig Hansen og Elisabeth Fransiska Rasmussen.

Les skrivið her.