BLF hevur seinastu tíðini arbeitt við, at dagføra tær ymsu pensjóns- og tryggingaravtalurnar, sum limir felagsins hava møguleika at velja í. BLF hevur valt ikki at hava eksklusiv-avtalu við nakað einstakt pensjóns- og tryggingarfelag, men hevur í staðin gjørt avtalu við tey 3 pensjóns- og trygginarfeløgini, sum eru á marknaðinum í Føroyum.
BLF hevur avtalu við:
LÍV - dagførd 1. januar 2016
NordikPensjón - nýggj - kom í gildi 12. juli 2016
Betri Pensjón - dagførd 1. oktober 2016.
Sí avtalurnar her.