BLF er fari í holt við at dagføra sítt álitisfólkayvirlit. Ert tú álitisfólk hjá BLF, so vinarliga boða BLF frá hesum.
Hevur títt starvsstað einki álitisfólk, men tit hava rætt til at hava eitt, mæla vit til, at tit velja álitisfólk sum skjótast.
Treyt fyri at kunna velja álitisfólk er, at minst 3 persónar, sum eru settir sambært BLF-sáttmálanum, starvast í aðalráðnum, á stovninum ella í kommununi.
GG: BLF skipar fyri álitisfólkaskeiði í heyst! :)
Sí meiri um álitisfólk høgrumegin.