Fríggjadagin 25. januar 2019 skipar BLF aftur fyri "Gakk heim, fundi". Fundurin verður í Smæruni í Starvsmannafelagnum. Á fundinum vera áhugaverdar framløgur, livandi tónleikur, ábit og hugni. Eitt gylt høvi at hitta starvsfelagar, vinir og kenningar. Vit hava fingið Bárður Johannesen, at koma framvið at spæla fyri okkum, og fundurin er sjálvsagt ókeypis fyri limir felagsins!
GG: Teir limir, sum hvørki búgva ella arbeiða í Tórshavnar kommunu, kunnu fáa ferðaútreiðslurnar endurrindaðar til tiltakið í morgin. Boði nevndini frá á tiltakinum í morgin, tey sum ynskja hetta.
SKRÁ:
Kl. 15:30: Dyrnar lata upp - ábit og tónleikur
Kl. 16:00: "Tá stjórin er svakur" - Suni Poulsen, sálarfrøðingur, leggur fram.
Kl. 16:30: Spurningar, steðgur, ábit og tónleikur.
Kl. 16:45: "Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018" - Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, leggur fram nýggju bókina, sí eisini her.
Kl. 17:15: Spurningar, steðgur, ábit og tónleikur.
Kl. 17:30: "Gitingar og illgitingar um komandi løgtingsval" - Elin Winther Poulsen tosar við John Johannesen, fyrrverandi løgtingslim og landsstýrismann.
Kl. 18:00: Spurningar, steðgur, ábit og tónleikur.
Kl. 18:30: Endi.