Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er ein sólskinssøga og riggar væl. Útgjaldið í dag er 5.590 kr um mánaðin, og tað er eitt týðandi ískoyti hjá øllum pensjonistum. Øll rinda, og øll fáa – ongin verður settur eftir, og ongin skal setast eftir.

Um samgongan ætlar at gera broytingar í pensjónini, so skal tað ikki gerast við at fara eftir Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Samhaldsfasti riggar væl og er eitt týðandi íkast hjá øllum pensjonistum í dag.

Grunnurin fór at virka í 1992 í ringastu kreppuárum, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum saman við politikarum úr øllum flokkum sóu, hvussu neyðugt tað var at hava ein arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn afturat almennu pensjónini og møguligari persónligari eftirløn.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava inngoldið í og umsitið grunnin ábyrgdarfult frá byrjan, og hetta sæst aftur í dag.

Samhaldsfasti hevur prógvað sítt virði og er fyri øll, tað skal hann framhaldandi vera.

Boðskapurin frá undirritaðu fakfeløgum er greiður – latið Samhaldsfasta fáa frið.

Akademikarafelag Føroya
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Bioanalytikarafelagið
Fakfelagssamstarvið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Handverkarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Grafiska Yrkisfelagið
Havnar Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Handverkarafelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsurøktarafelagið
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Landsfelag Handverkaranna
Ljósmøðrafelag Føroya
S&K Felagið
Samtak
Skála Handverkarafelag
Starvsmannafelagið
Vágs Handverkarafelag
Tvøroyar Handverkarafelag