Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og BLF um nýggjan sáttmála eru byrjaðar.
Fyrsti fundur millum partarnar var 11. august, har krøvini vórðu handað, og er næsti fundur avtalaður at vera í viku 36.
Ætlanin var at byrja samráðingarnar í vár, men coronasmittan hevur í fleiri umførum gjørt at samráðingarnar hava verið útsettar.
Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober 2019.