Nú korona farsóttin aftur er staðfest og hópin av fólki eru rakt, eru ógvuliga stórar óvissur fyri løntakarar, sum ikki sleppa til arbeiðis antin vegna korona, sóttarhald ella vantandi barnaansing. Fólk, mugu fáa greið boð frá politiska myndugleikanum.
Í gjár kom fráboðan frá løgmanni viðvíkjandi dagpeningaskipanini, men enn eru fólk ótrygg og ivast í, hvat tey skulu gera mánamorgunin og hvør er fevndur av dagpeningarskipanini og hvør fær løn sum vanligt.
Eru tað bert tey, sum er send í sóttarhald av landslæknanum, sum fáa løn ella lønarendurgjald úr sjúkradagpeningaskipanini?
Hvat við teimum, sum ikki eru beinleiðis biðin um at fara í sóttarhald, men sum hava verið saman við fólki sum eru smittað? Boðini fyrr í vikuni vóru, at hesi máttu halda seg heima, hóast tey ikki eru biðin um tað. Men fáa tey løn ella lønarendurgjald fyri mista inntøka?
Fyri at binda um heilan fingur eigur politiski myndugleikin at senda greið boð til arbeiðsmarknaðin um, at fólk ikki vera rakt í mun til inntøku og greiða má fáast á, hvør verður fevndur av dagpeningaskipanini.
Eisini er neyðugt at taka hond um tey, sum ikki sleppa til arbeiðis vegna vantandi barnaansing. Vit vita, at stovnar eru latnir aftur, og at aðrir ansingarstovnar einans taka børn, har foreldur arbeiða í ávísum størvum.
Feløgini í fakfelagsráðnum taka undir við, at alt eigur at gerast fyri at steðga koronuútbrotinum, sum herjar í løtuni, men vilja samstundir heita á myndugleikan at tryggja, at henda heilsukreppa ikki gerst ein smeitur hjá løntakarum, sum bera seg ábyrgdarfult at. Fólk kenna seg ótrygg, og neyðugt er, at politiski myndugleikin sendir greið boð til arbeiðsmarknaðin um, at eins og alt verður gjørt fyri at steðga koronu útbrotinum, so verður tryggjað, at fólk ikki eru fyri inntøkumissi av íkomnu støðuni.
Vinarliga tey 31 feløgini í Fakfelagsráðnum
Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Føroya Handverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Handverkarafelag, BLF - Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Samtak, Føroya Tekniska Lærarafelag, Yngri Læknar Føroyar, Flogskiparafelag Føroya, Súlan