Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sent Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya tvey uppskot til ummælis, ið snúgva seg um umskipan av Búskaparráðnum og broyting av nevndini fyri Landsbankan og aðrar broytingar.
BLF hevur í ummæli sínum av hesum uppskotum mælt frá at leggja Búskaparráðið og nevndina fyri Landsbankan saman. Felagið hevur eisini aðrar viðmerkingar, ið snúgva seg um at tryggja neyðugu førleikarnir í ávíkavist Búskaparráðnum og nevndini fyri Landsbankan, og at tryggja, at hesi kunnu virka óheft af politisku skipanini. Ummælisskrivið og uppskotini til ummælis síggjast her.