Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) fer við hesum at átala, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum í Breddanum tann 3. mars gav til kennar, at ábyrgdin av málinum um koppseting av sendifólki liggur hjá einum fulltrúa í umsitingini.

Skulu broytingar gerast í innanhýsis mannagongdum, eigur hetta at verða viðgjørt innanhýsis og ikki við at heingja starvsfólk út í miðlunum, har tey ikki kunnu verja seg. Leiðslan hevur evstu ábyrgdina av umsitingini, og eigur eisini taka ábyrgdina á seg í slíkum málum.

vinarliga
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya