Innkalling til aðalfund er send øllum limum við telduposti 10. apríl 2021. Aðaðalfundurin verður fríggjadagin 23. apríl 2021, kl. 16.00 á Hotel Hafnia í Havn.
Felagið bjóðar ábit og okkurt at drekka.
Gestaframløga: Á aðalfundinum fer Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, at hava framløgu um bústaðarmarknaðin og bústaðarpolitikk.
Skrá sambært viðtøkunum:
1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara
2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári
3) Góðkenning av roknskapi
4) Val av nevnd (sí innkalling)
5) Val av grannskoðara
6) Ymiskt
a. Broyting í viðtøkunum fyri verkfallsgrunnin (sí innkalling).
b. Gestaframløga: Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevur framløgu um bústaðarmarknaðin og bústaðarpolitikk.
GG: Teir limir, sum hvørki búgva ella arbeiða í Tórshavnar kommunu, kunnu fáa ferðaútreiðslurnar endurrindaðar til aðalfundin. Limir, sum ynskja hetta, kunnu boða nevndini frá á aðalfundinum.
Vinarliga, vegna BLF,
Elisabeth F. Rasmussen, formaður
Katrin Thorsvig Hansen, næstformaður og skrivari
Flóvin Eidesgaard, kassameistari
Bára Akselsdóttir Haraldsen, nevndarlimur