Týsdagin 24. august 2021 skipar BLF fyri skeiði fyri álitisfólk felagsins. Skeiðið verður á Hotel Hafnia.
Sigmund Poulsen, advokatur, fer á skeiðinum millum annað at greiða frá hesum evnum:
- Álitisfólk, álitisfólkareglur og álitisfólkaarbeiði
- Starvsskyldan, markið fyri leiðslurætti arbeiðsgevarans og lýdnis- og loyalitetsskylda starvsfólksins
- Nakrar ásetingar í sáttmálanum (herundir um serfrøðingaviðbøtur)
- Fyrisitingarrætturin sum amboð í starvsfólkamálum
- Tann seinasta gongdin í kollektivum arbeiðsrætti í Føroyum