Innkalling til aðalfund er send øllum limum við telduposti 12. apríl 2022. Aðaðalfundurin verður fríggjadagin 29. apríl 2021, kl. 16.00 á Hotel Hafnia í Havn, dyrnar lata upp kl. 15.30.

Felagið bjóðar ábit og okkurt at drekka.

Gestaframløga: Á aðalfundinum fer Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, at hava framløgu um kanning hann og Jan Otto S. Holm hava gjørt um arbeiðstíð. 

Skrá sambært viðtøkunum:

1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári

3) Góðkenning av roknskapi

4) Val av nevnd (sí innkalling)

5) Val av grannskoðara

6) Ymiskt

a. Broyting í viðtøkunum felagsins (sí innkalling).

b. Gestaframløga: Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, hevur framløgu um kanning um niðursetta arbeiðsviku undir heitinum "Hvat sker, tá arbeiðstíðin verður sett niður?"

GG: Teir limir, sum hvørki búgva ella arbeiða í Tórshavnar kommunu, kunnu fáa ferðaútreiðslurnar endurrindaðar til aðalfundin. Limir, sum ynskja hetta, kunnu boða nevndini frá á aðalfundinum.

 

Vinarliga, vegna BLF,
Elisabeth F. Rasmussen, formaður
Anna Sofía Lava, næstformaður og skrivari
Flóvin Eidesgaard, kassameistari
Bára Akselsdóttir Haraldsen, nevndarlimur
Han
s Kári Vang, nevndarlimur