Hósdagin 20. oktober verður skipað fyri fyrisitingarráðstevnu, ið eftir ætlan verður eitt afturvendandi BLF-tiltak, sum hevur til endamáls at viðgera evni, ið hava áhuga og týdning fyri føroysku fyrisitingina.
Fyrsta tiltakið verður hildið tann 20. oktober 2022, kl. 08.30-13.00 í Norðurlandahúsinum, har evnið verður Samspælið millum embætisverkið og politisku skipanina.
Skrá:
08.15 | Dyrnar lata upp |
08.30 | BLF bjóðar vælkomin |
08.35 | John Rajani, løgmansstjóri, setur ráðstevnuna |
08.45 | Jóanna Djurhuus, ráðgevi, ið hevur verið við til at framleiða bóklingin “Leiðreglur fyri embætisfólk í landsfyrisitingini” : Tað góða embætisfólkið |
09.05 | Bárður Larsen, adjunktur og útbúgvingarleiðari : Sambandið millum (rættar)politikk og fakligheit í eini transformativari politiskari skipan |
09.25 | Bo Smith, fyrrv. aðalstjóri í donsku miðfyrisitingini og formaður í sonevnda Bo Smith-udvalget, ið útgav frágreiðingina "Embedsmanden i det moderne folkestyre" : Hugleiðingar um avleiðingarnar fyri samspælið millum donsku fyrisitingina og politisku skipanina av ríkisrættarmálinum móti Inger Støjberg og niðurstøðunum hjá Minkkommissiónini |
10.00 | Kaffisteðgur |
10.15 | Annika Olsen, fyrrv. landsstýrisfólk og borgarstjóri : Hvat væntar politiska skipanina av embætisverkinum |
10.35 | Marjun Hanusardóttir, fyrrv. løgmansstjóri : At tryggja haldgott grundarlag og gera hugskot til veruleika |
10.55 | Pallborðskjak |
12.00 | Tiltakið endar |
--- Seinasta freist at tekna seg til tiltakið er mánadagin 17. oktober 2022. Tilmelding fer fram á síðuni her. ---
Hugskotið til tiltakið er sprottið úr samstarvi millum Búskapar-og Løgfrøðingafelag Føroya, Fróðskaparsetrið, Lógartænastuna á Løgmansskrivstovuni, Føroya Kærustovn, Felagið Lóg og Løgtingsins Umboðsmann og við íblástri frá Djøfs Forvaltningskonference.
Innbjóðing til tiltakið er eisini send stjórnarráðum, stovnum og kommunum.