Aðalfundurin 29. apríl 2022 samtykti at broyta § 3, stk. 6 og gera nýtt stk. 2 í § 4 í viðtøkunum fyri Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Nevndin hevði uppskot um tvær broytingar í viðtøkunum, og vóru báðar samtyktar við eini umorðing av tí seinni.
Í § 3, stk. 6 verður nýtt 3. punktum sett inn, og 3. punktum verður hereftir 4. punktum:
Stk. 6. Stuðul til limir í málum um lønar- og starvsetanarviðurskifti kann ikki verða veittur fyrr enn eftir limaskap í 6 mánaðir og tá bara í málum, sum hava tikið seg upp eftir innlimanina. Stuðul verður ikki veittur limi, sum ikki hevur goldið limagjald, sum fallið er til gjaldingar. Er limagjaldseftirstøðan 6 mánaðir limagjald ella meira, og er limur ikki koyrdur úr felagnum sambært § 6, stk. 2, kann stuðul ikki verða veittur fyrr enn limagjald aftur er goldið í 6 samanhangandi mánaðir. Heldur nevndin, at serligar umstøður hava gjørt seg galdandi, kann undantak verða gjørt frá hesum.
Henda broyting kemur í gildi frá 1. mai 2022.
Í § 4 verður sett inn sum nýtt stk. 2:
Stk. 2. Limur, sum ikki hevur stovnað sjálvvirkandi gjaldsavtalu 6 mánaðir eftir at limaskapur byrjar, skal rinda innkrevjingargjald, sum svarar til kostnaðin, ið felagið hevur av at krevja limagjaldið inn. Heldur nevndin, at serligar umstøður hava gjørt seg galdandi, kann undantak verða gjørt frá hesum.
Henda broyting kemur í gildi frá 1. januar 2023.